Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Lesarin skrivar

Tá Fíggjarnevndin 14 desember lat Løgtinginum álitið fyri fíggjarlógina 2019, varð skotið upp at játta Føroyingafelagnum, Álaborg, fíggjarligan stuðul áljóðandi 100.000 kr.

Nevndin í Álaborg hevur síðani apríl 2017 arbeitt við at fáa felagið á fíggjarlógina eins og Føroyahúsið í Keypmannahavn og føroyingafelagið Aarhus.

Hetta arbeiðið bleiv styrkt í september 2018, tá ein arbeiðsbólkur undir nevndini varð settur á stovn. Úrslitið frá hesum heldur drúgva arbeiðið er, at Álaborg nú er í uppskoti til at koma á fíggjarlógina.

Tó skulu vit gera vart við, at onnur og triðja viðgerð av fíggjarlógini skulu samtykkjast, áðrenn málið er rokkið.

Hetta álitið ger tað sera spennandi hjá føroyingum í Aalborg at fylgja við viðgerðini av fíggjarlógini 2019.

GG!: Á leinkjuni niðanfyri kunnu tit finna álitið frá Fíggjarnevndini. Á síðu 6 kunnu tit lesa fáu og føgru orðini, ið eru so umráðandi fyri okkum føroyingar í Aalborg. Trýst her.

Føroyingafelagið í Aalborg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo