Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Í bókini eru 15 stuttar og skemtiligar gerandissøgur um tann stillføra bankamannin Albert og stríð hansara við at koma til sættis við nútíðina.

Albert er ein miðaldrandi maður. Hann er leiðari fyri einari bankadeild í einari miðalstórari føroyskari bygd, og uppímillum tekur hann sær stundir til at grunda um lívsins viðurskifti. Kollveltandi broytingar eru farnar fram í okkara samtíð, ikki minst innan samskifti og samferðslu. Summi rópa tað menning og framburð, men Albert ivast stórliga í, um tað altíð er so.

Tað er yvirhøvur nógv, sum Albert hevur eina meining um ella tvær, og í søgunum verða hesar meiningar settar í spæl undir ymsum umstøðum. Eitt nú sleppa vit við Alberti til sálarfrøðing, á leiðsluskeið, niðan í fjøllini, til talvkapping, í svimjihøllina, til bókaframløgu og mong onnur støð. Vit hitta eisini tolnu konu Alberts, Fíu, tann uppblásta poppsangaran, ta barmføgru Tinu, tann freka svimjaran og fleiri aðrar av skaparans undursomu skapningum.

Bókin um Albert er ein snøgg lítil bók, skrivað á vanligum gerandismáli og kann verða lisin av øllum, bæði skúlaungdómum, vaksnum og tilkomnum. Søgurnar kunnu lesast bæði hvør sær og sum ein samanhangandi heild.

Albert er annað stuttsøgusavnið hjá Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Tað fyrsta, sum eitur So hon starir inn í veggin, kom í 2015.  

Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur bókina út. Bjørg Jacobsen eigur permumyndina. Bókin er 111 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo