Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Fyrrverandi skotski fyrstiministarin Alex Salmond er handtikin, skrivar BBC.

Tann 64 ára gamli var fyrstiministari frá 2007 til 2014.

Løgreglan hevur gjørt kanningar í sambandi við ákærur frá tveimum kvinnum um kynsligan ágang, og skal Alex Salmond møta í rættinum í dag.

Alex Salmond var í mong ár tann dynamiska ímyndin av tjóðskaparflokkinum SNP og fekk í lag fólkaatkvøðuna um sjálvstøðu Skotlands í 2014. 

Síðani 2017 hevur hann staðið fyri sjónvarpssending um politikk, sum kallast “Alex Salmond Show”. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo