Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Merkisdagar

Í dag verður ein kendur vestmenningur 90 ár. Alfred Olsen, ella Alfred hjá Sam sum hann eitur á fólkamunni, førdi í ein mansaldur ferðafólk um Vestmannasund. Fyrst við bátunum Helga, Ólavi og Bragd og seinni við bilferjuni Sam, sum kom í tveimum útgávum. Tann seinni Sam siglir enn tann dag í dag bilar og ferðafólk - nú ímillum Klaksvík og Syrðadal.

Alfred røkti saman við familjuni rutuna ímillum Vestmanna og Oyrargjógv (og áðrenn tað Fútaklett) til tað almenna yvirtók rutuna og keypti Sam.

Ein av bátunum, Ólav, hevur hann tó enn, men nú árini eru blivin so nógv verður ikki loyst so oftani. Men hann er kortini oftani umborð og putlast við ymiskt ella pumpar bátin, sum sæst á filmsbrotinum niðanfyri sum sonurin Sámal Jákup Olsen tók fyrr í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo