Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Vinnunevndin er liðug við sítt álit um fiskivinnunýskipanina, og tað verður tøkt hjá tingfólki mánadagin.

VP frættir, at broytingarnar millum annað innibera, at munandi minni av svartkjafti og sild verður seld um uppboðssølu enn ætlað. Sum skilst skulu 15 prosent av makrelinum og 18-20 prosent av sildini seljast á uppboðssølu. Fyri svartkjaftin er talan um 25 prosent sum skulu um uppboðssølu.

Eisini verður talið fyri menningarkvotur broytt nakað, so heldur størri partur nú verður latin til hetta endamálið enn áðrenn ætlað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo