Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Uppskotið til kunngerð um uppboðssølu av rættindum í 2018 er nú sent Fiskivinnuráðnum til hoyringar. 

Málið kemur fyri á fundi í ráðnum týsdagin.

Í 2018 verða 16% av uppboðssølukvotunum bjóðaðar út sum 8-ára loyvir, 8% sum 3-ára loyvir og 76% sum 1-ára loyvir.

Ætlanin er so tey næstu árini at niðurlaga 1-ára kvoturnar og at vaksa um 3-ára og 8-ára kvoturnar, so at í longdini verða 64% lutað út sum 8-ára kvotur, 18% sum 3-ára kvotur og 18% sum 1-ára kvotur.

Eftir 2026 verða ikki nýggj langtíðar rættindi boðin út, men tá verða sølukvoturnar í 2018 bodnar út av nýggjum.

Uppboðssølunøgdirnar í 2018 eru hesar:

• 10.916 tons av markelkvotuni (herav 4.226 tons kunnu fiskast í ES-sjógvi og 4.390 í norskum sjógvi)

• 14.181 tons av norðhavssildakvotuni

• 97.627 tons av svartkjaftakvotuni (harav 5.882 tons kunnu fiskast í ES-sjógvi)

• 2.500 tons av svartkjaftakvotuni í ES-sjógv

• 4.769 tons av kvotuni av botnfiski í Barentshavinum

Uppboðssølan í 2018 verður skipað á sama hátt sum í 2017. Kunngerðin ásetir, at bæði opnu og afturlatnu uppboðssølurnar skulu skipast sum í 2017.

Á opnu uppboðssøluni vinnur tann, ið hevur hægsta boðið.

Á afturlatnu uppboðssøluni verða boðini givin í afturlatnum brævbjálva, og har verður prísurin ásettur á sama hátt, so allir keyparar rinda sama prís.

Eftir hvat skilst, æltar landsstýrismaðurin at allar uppboðssølurnar í 2018 skulu verða afturlatnar.

Tá keypt verða 1-ára loyvir fær rættindahavarin ta nøgd, sum hann hevur keypt á uppboði.

Tá keypt verða 3-ára og 8-ára loyvir, fær rættindahavarin eina ávísa nøgd tað fyrsta ári, og árini eftir fær hann eina lutfalsliga nøgd av sølukvotuni.

Viðvíkjandi prísinum rindar rættindahavarin ta upphædd, sum hann hevur boðið fyrsta árið.

Árini eftir verður gjaldið tað sama lutfallið av meðal avreiðingarprísinum, sum tað fyrsta árið.

Tað vil siga, at keyparin longu tað fyrsta árið bindur seg til at gjalda eitt prosent av meðal avreiðingarprísinum tey næstu 3 ella 8 árini.

Kunngerðin hevur ikki ásetingar um hvussu nógvar uppboðssølur verða í 2018 og nær tær verða hildnar.

Hetta skal Vørn kunngerða á heimasíðu síni í minsta lagi 5 vikur áðrenn, uppboðssølan verður hildin.

Kunngerðin sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo