Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Tann meinigi og sakleysi veljarin vil ikki longur finna seg í, at nakrir heilt fáir grískir aðalsmenn í tí sjálvsøkna kraddara-liðinum av ser-mentamonnum seta seg á allar landsins kultur-kvotur og okkara avmarkaða tilfeingi.

Tað kulturella feitilendið og kulturkvotur eru ogn Føroya fólks og eiga ikki at verða útbýttar til nakrar heilt fáar fína-mentar-menn úr tí grádiga E-liðinum.

Frelsið okkum øll frá tí markleyst freku og grammu mentakvotu-juntaini.

Vit mugu fáa og krevja eina kulturvinnu-nýskipan, har øll fáa lut í tí mentar-tilfeingi, sum er í øllum krókum, skotum og grunnum í landinum.

Allir okkara mentingar og ikki bara nakrir heilt fáir aðals-mentingar hava rættin til landsins rávøru til andiliga framleiðslu.

Annars verða bara nøkur fá fáment mentar-frell, sum skúmað róman av øllum landsins ands-tilfeingi

Vit mugu fáa og krevja nú eina radikala kulturvinnu-nýskipan!

Vit krevja beinanvegin eitt rívuligt millióna-gjald fyri rættin til tað føroyska kultur-tilfeingið. -

Tað er jú fólksins dýrabæra ogn.

Vit nokta tí fámentu kultur-klikuni at kráma sær til barbariskt andsmonopol í útvarpi, sjónvarpi, sjónleikarhúsum og koncerthøllum.

Hesir fjølmiðlar eru landsins og fólksins ogn, tí mugu nakrir fáir framleiðarar av einoygdum kulturi ikki troka tann vanliga føroyingin burtur av tí almenna andspallinum.

Kulturministarin má alt fyri ett skipa fyri eini strangari uppboðssølu ella auktión til hægstbjóðandi mentingar fyri rættin og atgongd til lukrativa føroyska mentar-vinnu.

Nøkur fá mentarvinnu-virki, sum Listasavnið, Meiaríið, Sjónleikarhúsið, Reinsaríið Skjalasavnið, Rithøvunda-felagsskapurin, Nám, Skúlabókagrunnurin ella privatir menta-kvotubólkar mugu ikki sleppa at monopolisera menta-ídnaðin.

Tað er syndarligt hjá tí sakleysa "mentarsøra" og "andleysa" manninum á gøtuni at síggja, at nakrir fáir stílskrivarar, penslasveiggjarar og tónasmiðir skammleyst brúka okkara almennu rávøru av orðum, litum og tónum til teirra heilt privata fyrimun og samstundis herja á alskyns almennar konti, líka frá M. A. Jacobsens-kvotuni og til ta donsku fíggjarlógina fyri at fáa fíggja síni mentar-smølu produktir.

Henda kulturframleiðsla eigur ikki longur at vera privatiserað og centrerað á so láturliga fáum hondum, serliga ikki á tí glasiliga (sjálv)RÓSA-virkinum í Havn.

Latið ikki tey fáu ráða, men skræðið kulturin úr hondunum hjá hesum fámenta oligarki av fínarimpum og ands-aðalsmonnum.

Sleppið kvotukulturinum heilt leysum og liberaliserið tað fjøtraða andslívið!

Fólkið krevur, at hvørt orð, hvør litur, hvør tóni og alt annað mentar-tilfeingi verður kvoterað rættvísari og bara við almennari heimild ella harðari uppboðssølu.

Tann vanligi føroyingurin má sleppa framat aftur øllum okkara kulturi og blaka fína-mentingarnar burtur úr allari ands-vinnu.

Mentan skal ikki bara vera glasurur útyvir sjónskar sprungir og rivur í stórviði og berandi kultur-konstruktiónum.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo