Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Í morgun tekur Havnar Handverkarafelag blaðið frá munninum.

- Havnar Handverkarafelag vil við hesum staðiliga mótmæla, at ein almennur stjóri, sum í hesum førið er stjórin í Almannaverkinum, hóttir við persónligum avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog í samband við verkfallið hjá Pedagogfelagnum. Ein slík útsøgn er óhoyrd í einum siviliseraðum samfelag, og átti at fingið fylgir fyri stjóran. Rokni við, at Eyðgunn Samuelsen traðkar í karakter,og fortelur hesum stjóra hvussu ein ikki eigur at uppførða seg í almenna rúminum, skrivar Eli Brimsvík í skrivi til miðlarnar.

- Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og Havnar Handverkarafelag vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo