At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

- Tað var ein lítil eldur í gjár, vit sløktu hann skjótt, men noyddust so eisini at bróta nakrar plátur niður undan loftinum fyri at vita, um eldurin var ordiliga sløktur. Tað sigur Finn Hansen, brandmeistari í Klaksvík við VP.

Eldurin var helst kyknaður í eini ruskspann, antin tí onkur hevði fest í við vilja ella av ósketni. Hóast eldskaðin ikki er stórur, so er at kalla alt oyðilagt inni í bíðirúminum, sum verður brúkt av fólki sum bíða eftir bussinum.

Sama bíðirúm er áður fullkomuliga oyðilagt av eldi.

Jón Harald Poulsen, umsjónarmaður hjá Klaksvíkar kommunu sigur við VP, at tað ikki bara er hetta bíðirúmi í býnum sum ikki fær frið.

- Í gjár var eisini umfatandi herverk framt á almennu vesini sum standa við fótbóltsvøllin. Nógvar glasfløskur vóru knústar inni á vesinum og pappír, sápa og alt annað var oyðilagt og brúkt til at gera ónáðir við, sigur hann og leggur afturat, at tað kundi sæð út sum vesini blíva brúkt til at ballast í.

- Eisini verður ofta telgt í vindeygakarmar og durastavar og tekna uppá veggirnar.

Hann sigur, at roynt verður altíð at finna fram til tey sum hava framt herverkið við tí fyri eyga at fáa endurgjald.

- Hesi fólkini hugsa eftir øllum at døma ikki um, at alt skal setast í stand aftur, og tað er ikki ókeypis fyri kommununa, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo