Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Hvat er avgjørt neyðugt hjá tí almenna at eiga av útbúnaði fyri at kunna veita tær tænastur teimum eru álagdar?

Ella ein kann heldur spyrja, hvørjar tænastur eru avgjørt neyðugar hjá tí almenna at veita?

Ognir:
Er tað neyðugt hjá tí almennu Føroyum at eiga onnur høli enn eitt nú Sjúkarhúsini – Flogvøllin - Heilsufrøðligu starvsstovuna - Skúlar/Miðnám - Tinghúsi og Tinganes og kanska okkurt aftrat ið eg ikki havi hugsað um. Um ja, so hví?

Um nei. Er tað so kanska eitt gott høvi nú at byrja at selja av teimum almennu ogninum. Hugsi at tað í dag munnu vera fleiri íleggjarir ið eru áhugaðir at keypa almennar ognir við 10-15 ára langum almennum leigusátmálum.

Um fáast kann við hesum 10-20 sterkir útleigarir ið frammyvir kunnu veita hølir til tað almenna, so vil tann kappingin ímillum hesi feløg fram yvir veita trygd fyri at tað almenna fær (og gevur) veruligan marknaðar prís fyri hvønn einstakan leigusátmála ið gjørdur verður. Váðin við hesum er sjálvandi at tey alment settu starvsfólkini kunnu verða flutt eftir hvørt sáttmálalok.

Men tær almennu Føroyar vita við hesum júst hvat skal setast av til hølis kostnað fyri alt sáttmálaskeiði, og ikki sum áður at trupult er at fáa pening játtaðan til viðlíkahald av ogninum osfr.

So vil onkur kanska siga at hetta verður nógv dýrari fyri tað almenna. Til tað vil eg siga at tað almenna eigur ikki at gjalda meiri í høliskostnaði enn tað í veruliga kostar at dríva teirra virksemi. Men heldur ikki minni, hetta fyri at geva eina rætta mynd av metingini um tað almenna skal eiga ella leiga..

Tænastur:
Hvørjar tænastur eru avgjørt neyðugar hjá tí almenna at veita?

Hesin spurningur er einfaldur at svara.

Tad almenna skal bert veita sínum borgarum tær tænastur sum tann privata vinnan ikki megnar at geva, men sum borgarin kortini kevur at fáa.

Hvat er so tað sum borgarin vil hava, men sum tann privata vinnan ikki megnar at geva.

Er tað:

“Flogferðaseðil” Nei,

“Vín og líkt.” Nei.

“Ferðasamband innan oggja” Nei, bjóða allar leiðir út, og suðuroyarleidina.

“Marglætis íbúðir ella ídbúðir sum heild til røsk vaksin fólk” Nei

“Eldra røkt” Ja, sum er meti eg.

“Vegir og røkt av teimum” Nei

“Pakka/Bræv flutning” Nei

“Verka & Bileftirlit” Nei

Osfr.

Bert hetta vildi óivað frígivið so mikið av kapitali at umstøður fingust til at veita teimum veruligu og neyðugu almennu tænastunum ein munandi bata.

Minst til at tær almennu Føroyar verða stýrdar fult og heilt av lógum og kungerðum.

So almennu Føroyar nýtist ikki at “handa brúkarinum vøruna yvir diskin”, men heldur skal stýrast yvirorðna.

Bogi í Gil

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo