Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Tá hædd er tikin fyri hækkingini í útjgaldinum frá Samhaldsfasta, økist almenni raksturin við 6% í 2019.

Harvið er árligi almenni raksturin øktur við slakari miljard krónum í samgongutíðarskeiðnum.

Allíkavæl breggjar sitandi samgonga sær av fíggjarpolitiskum skynsemi.

Á útreiðslusíðuni sæst onki skynsemi, sum tvørturímóti hevur verið eyðkend av kollsigldum byggiverkætlanum.

Á inntøkusíðuni dúvar samgongan upp á nakrar svikaligar metstórar avgjaldsinntøkur frá útflutningsvinnunum.

Uttan ógvusligu økingina í hesum inntøkum, hevði landskassin havt blóðreyð tøl á botnlinjuni øll árini í hesum samgonguskeiðnum.

Tíbetur hevur tað gingist væl í pørtum av fiskivinnuni og hjá alivinnuni seinnu árini, men í 2018 minkaði fiskavøruútflutningurin við slakari miljard krónum.

Tað er fyrstu ferð í 10 ár, at útflutningsvirðið á fiskavørum minkar frá ári til árs.

So svikalig kann hendan inntøkukeldan vera.

Sitandi samgonga hevur ført ein fíggjarpolitikk, sum hevur verið alt ov konjunkturviðgangandi.

Slík stýring er við til at økja um sveiggini í føroyska búskapinum.

Við skynsomum fíggjarpolitikki var landskassin hesi árini blivin munandi betri konsolideraður.

Tað er tí ein sera týðandi uppgáva hjá komandi samgongu at fáa stýr á samlaða búskaparpolitikkin hjá landi og kommunum, íroknað almennar grunnar og almenn partafeløg.

Grafurin niðanfyri við tølum frá Búskaparfrágreiðingini hjá Vinnuhúsinum vísir, hvussu samlaðu almennu útreiðslurnar – bæði rakstur og løgur hjá landi og kommunum – spola frá inntøkunum.

Land og kommunur seta enn meira ferð á búskapin, hóast vit hava brúk fyri tí mótsatta.

Sitandi samgonga hevur snøgt sagt mist tamarhald á okkara búskapi.

Christian Andreasen
Valevni Fólkafloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo