Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tiltøk

Er føroyska fjølmiðlalandslagið nóg fjølbroytt? Hava fjølmiðlarnir eina framtíð, ella eru miðlarnir við at tódna burtur í einki? Er tørvurin á føroyskum fjølmiðlum minkandi? Føroysk Miðlafólk skipa fyri almennum kjakfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Tórshavn hóskvøldið 5. apríl klokkan 19:30

Fundurin byrjar við einari stuttari framløgu um Miðlastuðulsnevndina, sum á fyrsta sinni hevur býtt út pengar til privatu fjølmiðlarnar.

Føroysk Miðlafólk hava gjørt eina umfatandi støðulýsing av føroyska miðlalandslagnum. Nakrar høvuðsniðurstøður úr kanningini verða lagdar fram á fundinum.

Síðan er kjak á skránni. Fyrst fara fólk úr føroyska miðlaheiminum at kjakast, um føroysku miðlarnir megna at røkja sína journalistisku og fólkaræðisligu uppgávu á einum fakliga forsvarligum stigi.

Síðan fara politikarar at kjakast um støðuna hjá føroysku fjølmiðlunum, og hvussu nógv politiska skipanin yvirhøvur skal leggja seg út í, hvørjar og hvussu nógvar miðlar vit skulu hava í Føroyum.

Eisini verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar.

Í fyrra panelinum eru:
Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpi Føroya
Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri í Miðlahúsinum
Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroyskum Miðlafólkum

Í seinna panelinum eru:
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Eisini fara Magnus Dam, formaður í Miðlastuðulsnevndini, og Uni Arge, skrivari í Føroyskum Miðlafólkum, at leggja fram.

Fundurin, ið er almennur og ókeypis, verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni hóskvøldið 5. apríl klokkan 19:30. Orðstýrari verður Øssur Winthereig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo