Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Manchester United hevur gjørt tann franska miðvallaleikaran Paul Pogba (23) til dýrasta leikara í fótbóltssøguni.

Paul Pogba er Manchester United-leikari.

Tað váttar Manchester United á síni heimasíðu í nátt.

Juventus skrivar í einum tíðindaskrivi at Pogba er seldur fyri 105 milliónir evrur, við møguleika fyri 5 milliónum omaná treytað av bonussum.

Sostatt er Pogba nú alment dýrasti leikari í fótbóltssøguni.

VG skrivar at Pogba hevur undirskrivað ein fimmára sáttmála við felagið sum hann fór ókeypis úr fyri fimm árum síðani. Hann hevur eisini ein klausul um møguleika at leingja sáttmálan við einum ári.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo