Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Fyrispurningur um Suðuroyartunnil, settur landsstýrismanninum í  fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
 
1. Ætlar landsstýrismaðurin at seta eitt alment tunnilsfelag á stovn fyri Suðuroyartunnilin? 

2. Um so er, nær ætlar landsstýrismaðurin at stovnseta felagið? 

3. Kunnu vit vænta, at farið verður undir forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnilin, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum fer fram? 

Viðmerkingar: 
Í juni mánaði handaði ein arbeiðsbólkur undir Samferðslumálaráðnum táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum eitt álit um møguleikar, fyrimunir og vansar við at gera ein Suðuroyartunnil.

Arbeiðsbólkurin vísti á fleiri týðandi samfelagsligar fyrimunir við einum Suðuroyartunli.

Fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, men eisini fyri alt landið, tí møguleiki verður at heildarhugsa vælferðartænastur og marknaðir fyri bæði vørur og tænastur, verður tunnilin til veruleika. 

Sambært arbeiðsbólkinum verður í fyrsta lagi koyrandi til Suðuroyar í 2030, um arbeitt verður skjótt.

Tá er Smyril næstan 25 ára gamal og neyvan í sama standi sum í dag, og tí mælti arbeiðsbólkurin til at gera eina verklagslóg og stovna eitt alment partafelag skjótast, umframt at seta partapening í felagið, so farast kann undir neyðugu forkanningarnar og fyrireikingarnar. 

Arbeiðið við at bora Sandoyartunnilin er farið í gongd, og boringin verður væntandi liðug við ársenda 2021.

Mett verður, at tað hevur týdning at gera forkanningar, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum er í gongd, soleiðis at tað eisini í byggitíðarskeiðnum verður gjørligt at meta um møguligar fyrimunir ella vansar at byrja arbeiðið upp á Suðuroyartunnilin samstundis, ella stutt eftir, at arbeiðið við Sandoyartunlinum er liðugt. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
 
Á Løgtingi, 8. november 2019
Heðin Mortensen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo