Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Eftir at hava lisið nýggju menningarætlanina fyri føroyska Heilsuverkið harmast vit í Parkinsonfelagnum um at fólk við Parkinson ikki eru partur av hesum tilmælinum. Serliga umráðandi er at fáa skipað bílig ella ókeypis tilboð um venjing.

Í 2017 kunnu vit staðfesta at 200 ár eru liðin síðan at sjúkan varð fyrstuferð staðfest og navngivin. Og hóast hetta er long tíð, hevur man enn ikki funnið nakran lekidóm.

Parkinson krevur at fakkunnleikin ígjøgnum alla sjúkugongdina kann veita hjálp og vegleiðing til tann sjúka og teirra avvarðandi. Tørvur er á tvørfakligum samstarvi við fólkum við serfrøði í Parkinson, um viðgerin skal verða munagóð. Eisini er umráðandi at hava atgongd til sálarliga hjálp, men hetta er trupult, tí fólk skulu rinda stóran part, ella alla viðgerðina, sjálvi.

Støðan er álvarslig, tí ikki einans er eingin leking fyri Parkinson, men manglandi møguleikar eru at fáa skipaða bíliga ella ókeypis venjing, sum er so stórur partur av viðgerðini.

At fólk við parkinson ikki hava lætta atgongd til venjing, kostar føroyska samfelagnum baði menniskjaliga og peningaliga. Donsk kanning vísir at fólk, sum venja hava betri lívskvalitet, eru longri á arbeiðsmarknaðinum og eru longri í egnum heimi og harvið útseta tørvin á røktarheimsplássi.

Vit tørva skipaði tilboð, sum eru lætt atkomulig hjá brúkarnum, so tað fellur lætt hjá tí sjúka at koma í gongd við venjing og at halda á. Serliga er venjing til fólk sum eru yngri enn 67 ein trupulleiki. Tey velja hetta frá, tí tað er so tungt at fara í gongd sjálvur og at melda seg til tey tilboðini sum eru blívur so dýrt.

Tað eigur ikki at vera munur á hvør tænasta verður veitt, alt eftir hvar í Føroyum man býr. Øll við sama tørvið skulu hava somu grund tilboð. Batar eru tó, vit fegnast um tey tilboð sum føroyska Heilsuverki bjóðar fólki við Parkinson í dag og tann stóra innsatsin sum LS hevur gjørt fyri at kunna geva skjóta og góða tænastu í Neurologisk amb.

Tað er alneyðugt at meira fokus verður setta á tilboð til fólk við Parkinson og tí eigur Parkinson sjálvsagt eisini at verða partur av menningarætlan fyri føroyska heilsuverkið.

Parkinsonfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo