Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
local.fo

News in English

Krutl

Føroyska Sjómansmissiónin: - Vit bóðu um frí frá skúlanum og fingu frí; tí vit skuldu til útróðrar við abba. Tað rullaði nokkso illa, hóast veðrið annars var gott. Vit fingu eitt sindur av sjóverki, men ætla okkum avstað aftur, men ikki beinanvegin.

Tað søgdu 11 ára gomlu javnaldrarnir og systkinabørnini, Pól Andrias og Eigil, úr Hvannasundi, tá teir vóru afturkomnir av útróðri, hósdagin.

Tá teir vórðu spurdir, um tað var betri at rógva út, enn at ganga í skúla, var svarið greitt:

- Ja, alt er betri enn at ganga í skúla.

- Eg kenni meg væl aftur í tí, sum dreingirnir siga, tí tað ringasta, eg visti, var at fara í skúla. Tann spennandi gerandisdagurin í barnaárunum byrjaði ikki av álvara, fyrr enn síðsti skúlatímin var liðugur, sigur abbin, Pól Jóhannes Simonsen.

- Eg havi frí og ætlaði mær ein túr við seks stampum. Teir vildu við, – og hví ikki? Vit fingu 1200 pund.

- Umleið 800 pund var góður toskur og 400 pund var hýsa; men hon var bæði smá og rak. Vit royndu millum 8 og 10 fjórðingar úr landi, sigur Pól Jóhannes Simonsen.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Teir fingu eisini heilsaninna, sum ynskt verður øllum sjófólki okkara: Jesus fylgi tykkum og varðveiti tykkum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo