Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Lesarin skrivar

rupult er at fáa øll ynskir við á Løgtingsins fíggjarlóg. Tað verður óiva neyðugt at taka stórar prinsipiellar avgerðir sum skjótast. Seinastu árini hava verið merkt av, at roynt hevur verið at gera pláss fyri fleiri og fleiri íløgum. Av somu orsøk er upphæddin til hvørt mál lækka. Til dømis eru avsettar 7 milliónir til Dals-tunnil, sum kostar uml. 150 milliónir.

Glasir og H-bygningurin kosta umleið 600 milliónir hvør, áðrenn eykarokningar. Eitt rationelt ellisheim kostar 150 milliónir. Á almannaøkinum mangla nógvir bústaðir, sum á kreativan hátt verða lagdir til felagið Bústaðir at gera, soleiðis at teir ikki telja sum íløgur, men tyngja framtíðar rakstur.

Í staðin áttu vit, eins og eg fyrr havi víst á, at sett fleiri pengar av til íløgur. Havi víst á, at tað er neyðugt at seta 300 mió. árliga av til vegir, tunlar og strandferðsluskip. Arbeiður Løgtingi skjótt og setur neyðugan pening av, koma teir á mál í rímuligari tíð. Tá slepst eisini undan rossahandlum, líka mikið hvør situr í samgongu.

Havi ikki hugt neyvt eftir íløgutørvi á almanna og heilsuøkinum. Men tær íløgurnar eru sera stórar, tá tær verða gjørdar. Somuleiðis leigar tað almenna nógv sera órationel hølir. Útbúgving og gransking eins og mentan tørva hølir við jøvnum millumbilum. Tí havi eg leysliga mett, at 300 milliónir eiga at verða til hesar íløgur.

Skiftandi samgongur brúka 2 ár at samráðast um, hvat skal raðfestast. Síðan 1 ár til projektering. Fjórða árið seta tey 5% av kostnaðinum sum valagn á fíggjarlógina. Síðan avseta tey hini 95 prosentini til næsta valskeið. Tað hevur ikki víst seg at rigga og úrslitið er, at onki verður gjørt. Men ókeypis er tað ikki.

Samanbera vit hesar broytingar við uppskotið fyri Løgtings-fíggjarlóg fyri 2020 sær tað soleiðis út - sí talvu niðast í greinini.

 

Hvussu skulu vit klára okkum?
Sum tit síggja, so broytir hetta ársúrslitið 200 milliónir skeiva vegin. Men úrslitið er “bara” 35 milliónir í undirskoti.

Vit síggja eisini at raksturin er 3,3 milliardir. Tað ber altíð til at spara 10% havi eg lisið í einari bók. Seinastu árini hava verði eitt útreiðslugildi, sum vit ongantíð hava sæð fyrr. Tí ber ivaleyst til at spara, um ikki 10% so, rættuliga nógvar pengar. Einasta forðingin er helst 33 ávísir persónar. Politikarar eru valdir at taka avgerðir. Stórar avgerðir. Tit politikarar eru ikki valdir at hyggja, meðan sjálvstýrarin stendur til.

Tað eigur at bera til at halda onnur vallyftir uttan at hækka skattir. Útreiðslugildi seinastu árini er av slíkari stødd at tað uttan iva fer nógv millum skins og hold.

Um onkur útreiðsluneutral rødd spyr, so havi eg eina meining um hvar til ber at spara og hvussu umraðfestingar kunnu gerast, uttan at tað merkir uppsagnir. Men eg gangi út frá, at tað duga tey 33 betri enn eg, so tað goyma vit til eina aðru ferð.

Fari at enda við at spyrja tey 33: Um tit ikki klára at halda raksturin so lágan, at íløgurnar eru størri enn blokkstuðulin, hvussu skulu vit so gerast sjálvbjargin? Og hvussu skulu vit klára okkum um fiskivinnan ella alivinna normaliserast?

Eivind Jacobsen
Strendur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo