Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Leygardagin 4. mai varð skipað fyri áhugaverdari ráðstevnu í SALT. Ráðstevnan er vorðin til í samstarvi millum SALT, Alzheimerfelagið, Demensklinikkina og Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.

Skráin var sera áhugaverd og fjølbroytt. Byrjað bleiv kl. 10.00 leygarmorgunin og ráðstevnan endaði kl. 16.30, tá umboð fyri fyrireikararnir tóku samanum og takkaðu fyri.

Orðið tráður/træðrir var lyklaorðið í røðuni, sum Ólavur Rasmussen helt, tá hann bjóðaði vælkomin á ein hátt, sum fá fólk megna. Hann endaði sína røðu við at siga, at hann vónaði, at áhoyrararnir fingu førleikar at spinna nýggjar træðrir burturúr nýggju vitanina, sum teir ognaðu sær á væleydnaðu ráðstevnuni, sum SALT var ein virðiligur karmur rundanum.

Endamálið við ráðstevnuni var at upplýsa um demens yvirhøvur, har fakfólk, avarandi og fólk, sum eru rakt av demens, løgdu fram á ymiskan hátt.

Fakligu innsløguni vóru við Alzeimerfelagnum, har umboð kunnaðu um felagið og endamálið við felagnum.

Anna Vilhelmsen, neuropsykologur, hevði ein fyrilestur um “Góðu tilveruna, hóast demenssjúku”.

Umboð fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy greiddu frá demensarbeiðnum í Suðuroynni og eisini vístu tær eina lítlan film, sum greiddi frá lívinum hjá einum borgara í Suðuroynni eftir, at alzheimer er vorðin partur av gerandisdegnum hjá viðkomandi og teim avvarandi.

Boðskapurin var sera greiður; tað er týdningarmikið at vera opin um sjúkuna og vera virkin eftir førmuni, so lívsdygdin kann verða so góð sum gjørligt fyri tann, sum er raktur av sjúkuni.

Marjun Restorf, deildarleiðari á Demensklinikkini, greiddi frá um týdningin av útgreinan og viðgerð.

Sera rørandi var tað, tá ein filmur bleiv vístur, har familjan hjá Biritu Mohr og Birita sjálv siga frá sínari søgu. Eisini søgan hjá Pál Weihe, sum avvarandi, var hjartanemandi.

“Sangfuglarnir, sum er eitt kór, ið er samansett av fólki við demenssjúkum, avvarandi og øðrum áhugaðum, settu sín heilt serliga dám á ráðstevnuna.

Eitt annað tónleikainnslag, sum hóskaði so sera væl til sjálva ráðstevnuna, var við Trónda Enni og Lív Næs.

Gundur Johansen, framførdi ein monolog við heitinum “Amazing Grace”, ið er týddur til føroyskt.

Egi Dam, giftur við Biritu Mohr, hevur eisini framført monologin á føroyskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo