At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Tónleikur

Summar Festivalurin kunnger í dag fyrsta høvuðsnavnið til festivalin 2017.

Amerikanski superbólkurin Toto, sum hevur havt ótejlandi heimshitt síðani 80’ini, spælir á Vágsbøi í august næsta ár.

- Toto er ein av yndisbólkunum hjá føroyingum og passar væl til Summar Festivalin. Tónleikaliga eru teir eru á høgum altjóða stigi, teir hava nógvar kendar sangir, og so hava teir eisini sjálvir veruliga ynskt at koma til Føroya at spæla. Summar Festivalurin hevur pall á altjóða stigi at hýsa teimum, og tí letur hetta seg gera, sigur Erik Biskopstø.

Bólkurin Toto var stovnaður í Los Angeles í USA seint í 1970’unum, og í 1980’unum taldist Toto millum størstu rockbólkar í heiminum. Teir hittaðu um allan heimin við sangum sum Africa, Hold The Line, Rosanna, I’ll Be Over You, Stop Loving You og Pamela. Í 1983 var Toto heili 7 Grammy heiðurslønir, og tað var ein staðfesting av høga listarliga og tøkniliga støðinum hjá bólkinum, sum blandaði ymiskar tónleikastílir og fekk alt at ganga upp í hægri eind við stórslignum rockhittum.

Manningin í Toto er nú Joseph Williams (sang), David Paich (keyboard og sang), Steve Porcaro (keyboard), Steve Lukather (gittar og sang). Saman við teimum spæla fleiri aðrir tónleikarar á konsertunum, sum teir hava kring heimin.

Summar Festivalurin 2017 verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august, og Toto spælir á Vágsbøi leygarkvøldið 12. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo