At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Liberala andstøðan í Estlandi sær út til at hava vunnið parlamentsvalið í dag.

Reformflokkurin undir leiðslu av Kaja Kallas er vorðin størri enn sosialdemokratiski Sentrumflokkurin.

Samstundis hava høgraflokkarnir stóra framgongd.

Reformflokkurin hevði eina framgongd á 10 prosent til 28,8 prosent á valinum í dag. Sosialdemokratiski Sentrumflokkurin fekk 23 prosent. Nasjonalistiska EKRE meira enn tvífaldaðist til 17,8 prosent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo