Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tónleikur

Anfinn Nielsen hevur gjøgnum árini ríkað føroyskt tónleikalív við einum stórum sangskatti. Hann hevur skrivað sangir um húkin, um sirkusið í Tinganesi, um summarið í Føroyum og mangt annað.

Anfinn hevur alt sítt lív verið sjómaður, og flestu av sangunum eru skrivaðir til sjós.

Nú skal Anfinn Nielsen spæla á stóra palli á Summar Festivalinum, sum verður hildin 10. til 12. august.

- Eg havi sunnar nervar á eina framførslu. Eg eri spentur. Eg kann lova áhoyrarunum sangir, sum tey kenna, og tað verður rock ’n’ roll fyri allar pengarnar, sigur Anfinn Nielsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo