Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Anja Rein er nýggjur limur í starvsnevnd FSF's - Mynd: www.fsf.fo

FSF: Frá 1. januar 2019 verður Anja Rein úr Havn partur av starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya. Í fyrstu atløgu skal hon røkja sessin til aðalfundin í 2023.

Tað var á seinasta starvsnevndarfundi, at ein samd nevnd avgjørdi at tilnevna Anju Rein sum kvinnuligan starvsnevndarlim í FSF. Avgreðin er partur av FSF-strategiini fyri árini 2017 til 2021, ið millum annað hevur sum mál, at ein kvinna skal hava fastan sess í starvsnevnd FSF’s.

Strategiin varð samtykt á aðalfundinum í 2017, og síðani vórðu lógir Fótbóltssamband Føroya broyttar á aðalfundinum í 2018. Endamálið við hesari samtykt er at varpa meir ljós á gentu- og kvinnufótbóltin í Føroyum.

Anja Rein er 45 ára gomul, og hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Í meir enn tíggju ár var hon partur av fremsta liðnum hjá B36, og hevur eisini spælt fimm A-landsdystir fyri Føroyar. Harafturat hevur Anja verið venjari hjá fleiri av yngru gentuliðunum hjá B36. Seinastu árini hevur hon verið hjálparvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum.

- Hetta verður sera spennandi, og eg gleði meg til uppgávuna. Vónandi fái eg flutt kvinnufótbóltin rætta vegin, so tað sæst aftur, at ein kvinna er komin í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandi Føroya, sigur Anja Rein við heimasíðuna hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo