Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Framsýningar

Leygarkvøldið fekk Annika Berg, sum er ættað av Tvøroyri, virðislønina Stjernedrysprisen frá krúnprinsaparinum. Virðislønin er 100.000 krónur.

Annika Berg er útbúgvin filmsleikstjóri á danska filmskúlanum í 2015. Hon er kend fyri filmin Team Hurrican (2017), sum vann virðisløn í Venezia.

Í grundgevingini varð m.a. sagt, at Annika Berg ”modtager Kronprinsparrets Kulturelle Stjernedryspris for sine visuelle filmperler, der rummer masser af farve, kraft og kant. Hun modtager blandt andet prisen, fordi hun viser, at ungdomsfilmen stadig er relevant, når bare den skabes på de unges præmisser, og fordi hun bringer ny energi til dansk film med sine værker.”

Sí her

DR.DK hevur skrivað drúgva grein - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo