Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Strandferðsluni tørvar nú 5 milliónir krónur millum annað av at Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, í januar í ár sjálvur setti eina nýggja rutu á stovn millum Gomlurætt og Hest.

Við Sjónvarpið í januar 2019 segði Heðin Mortensen at henda rutan ikki fór at nerva raksturin hjá Strandferðsluni "tí vit eru so tíðliga á árinum".

Eisini segði Heðin Mortensen, at "Strandferðslan ikki fór at tørva nakra eykajáttan í ár".

Hoyr samrøðu her

Strandferðslan bað fyrr í ár um eina eykajáttan upp á slakar 5 milliónir krónur, men málið datt burtur, tá ið samgongan sendi tingið til hús.

Nú vóru góð ráð dýr, strandferðslustjórin meldaði út at hann vildi spara, og beinanvegin var Heðin Mortensen aftur í Sjónvarpinum og bedýraði at Strandferðslan ikki skuldi spara.

Seinni frættist at strandferðslustjórin og Heðin Mortensen hava gjørt eina semju, soleiðis at nólsoyingar og suðringar skulu gjalda gildið.

Hetta skilja sjálvandi hvørki suðringar ella nólsoyingar.

Nú venda Samferðslumálaráðið og Strandferðslan brádliga kanónirnar móti Tórshavnar kommunu.

- Tað er avgreiðslugjaldið hjá Tórshavnar kommunu, sum er orsøkin til allar trupulleikarnar, verður sagt.

Í D&V í gjárkvøldið upplýsti Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at avgreiðslugjaldið ikki er trupulleikin, tí hetta gjald innførdi eingin annar enn Heðin Mortensen sjálvur í 2005, sum tá var borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og endurskoðaði hann hetta gjald í 2011, framvegis sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

- So eisini henda trupulleikan, hevur Heðin Mortensen skapt, segði Annika Olsen í D&V.

Sí innslag her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo