Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Í kvøld var móttøka fyri Team Rynkeby súkklarunum uttan fyri Reinsaríðið, nú leiðin gongur inn á Evropiska meginlandið og allan vegin til París á súkklu. Annika Olsen, borgarstjóri, bar fram røðu.

- At brenna fyri eini søk er hugtakandi. At hjálpa til í einum ítróttafelagi, einum sjálvbodnum felagsskapi ella bara tað, at hugurin stendur til at hjálpa øðrum í gerandisdegnum.

- Og hetta at vera eldhugaður fyri søkini er púra avgerandi fyri tykkum, sum eru savnað saman her í dag, nú veruliga ferð tykkara gjøgnum Evropa stendur fyri framman.

- Tá ið tit gjørdist limir í Team Rynkeby, skuldu tit ikki bara vilja súkkla og fáa eina góða uppliving. Hvør einstakur skuldi eisini gera sær greitt, hvørjum súkklað varð fyri. Tit eru her í dag, tí tit øll vilja veita tykkara stuðul og savna inn pening til børn við krabbameini í Føroyum. Í ár hava tit víðka um hjálpsemið og súkkla eisini til frama fyri børnum við lívshættisligari lunga- og hjartasjúku og familjum teirra.

- Hetta er eitt vakurt endamál. Og tí skal eg fyrst av øllum takka tykkum so inniliga fyri, at tit varpa ljós á hesa søk. Tit savna ikki bara pening inn til eitt einastandandi endamál, men sjónliga fyrireikingin á landsvegunum í okkara vakra landi, har tit fara súkklandi í øllum veðri, eggjar eisini øðrum at gera mun og hjálpa.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo