Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

TelduTænastan hevur keypt helvtina av partapeninginum í ANSNI Tøkni, og fer framyvir at reka hetta tøkniliga felag, sum burturav arbeiðir við trygdartøkni, so sum ávaringarskipanum, vakmyndaskipanum og lásaskipanum.

Fróði Clementsen, stjóri í TelduTænastuni, verður stjóri í ANSNI Tøkni. Hann  sigur, at hann sær góðar vakstrarmøguleikar í fyritøkuni, ið hann metir fellir væl saman við teirra fyritøku.

Kjarnuøkið hjá ANSNI Tøkni innan trygdartøkni kemur at halda fram, og TelduTænastan víðkar soleiðis um breiddina innan KT veitan, ið nú eisini umfatar trygdartøkniligar tænastur.

ANSNI Tøkni er eitt av 5 feløgunum í ANSNI samtakinum. 

Samstarvið millum ANSNI Tøkni og ANSNI samtakið heldur fram, har fyritøkurnar í felag veita heildartænastur innan trygd til kundarnar. Kundin kemur framvegis at uppliva, at fyritøkurnar virka sum ein veitari.

Helgi Justinussen, stjóri í ANSNI samtakinum, fegnast um samstarvið, og er sannførdur um, at ANSNI Tøkni hevur góðar vakstrarmøguleikar saman við TelduTænastuni, ið er ein KT fyritøka, sum hevur ment seg nógv seinastu árini, og í dag er vorðin ein týdningarmikil leikari innan KT veiting í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo