Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

Fólkakirkjan: Um ársskiftið er hóskandi at lýta aftur um bak, meta um tað farna og hyggja frameftir. Tað kirkjuliga viðkemur okkum øllum, ikki minst í eini kirkju, ið ber heitið: Fólkakirkjan.

Í mangar mátar royndist 2018 kirkjuni væl. Hetta árið er tað fyrsta av fýra árum hjá núsitandi kirkjuráðum. Áhugavert at uppliva, at tey fólkavaldu úti um landið hava nógv uppá hjartað við atliti at kirkjuni sum bygningi og kirkjuni sum andaligum heimi.

Sjálvboðin útinna eitt stórt og gagnligt arbeiði í kirkjuni til frama fyri fjøld av fólki, bæði tænarar og onnur hjálparfólk innan so mong økir. Uttan hesi tænandi fólkini var kirkjan ikki burðardygg hvørki so ella so.

Hugsa vit um karmarnar, hava vit mangan umrøtt spurningin um tær gomlu kirkjurnar við atliti at dagføring og viðlíkahaldi. Avbjóðingin er enn sum áður, hóast almenni tónin ber boð um glottar framman stavn, og onkrastaðni bragdar.

Ein onnur týðandi avbjóðing er møguleikin at byggja nýggjar og tíðarhóskandi kirkjur á støðum, har kirkjuliðið er vaksið út úr teimum gomlu kørmunum. Inni á Glyvrum og úti á Argjum verður arbeitt við áhugaverdum verkætlanum. Vónandi nærkast dagurin, tá ið byggingin verkliga kann byrja.

Tey seinnu árini hava vit fingið nøkur kirkjuhús, ið hava bøtt væl uppá støðuna í Sjóvar, Sørvágs og Hvannasunds kirkjusóknum. Aðrastaðni – t.d. á Skála og í Miðvági – er kjallarin innrættaður til góð og vælvirkandi høli, ið kunnu nýtast til sosialar løtur og sunnudagsskúla.

Staðfest verður, at vit síðan yvirtøkuna av málsøkinum í 2007 ikki hava megnað at koma í gongd við nýggjum kirkjum. Undirritaði metir, at okkum tørvar liðiligari fíggjarlig krøv. Hesin boðskapur er borðin Mentamálaráðnum og landsstýriskvinnuni.

Vænti, at tað røkist fyri eini endurskoðan av lógini um fíggjarviðurskifti fólkakirkjunar ikki minst vegna tess, at vit hava eina samhaldsfasta skipan. Kravið um ein triðing í eginogn, áðrenn verkætlanin verður endaliga góðkend, er alt ov høgt sammett við aðra bygging.

===

Tað persónliga er týdningarmikið í lívi hins einstaka. Í mangar mátar var 2018 eitt dýrt ár hjá mongum, ið mistu burturav síni allar dýrastu ogn. Sjúka, deyði og missur varpaðu skuggar inn yvir lívið og gerandisdagin.

Kirkjan drýpur høvur í sorg og samkenslu við bøn um, at Harrin veitir styrki í sorg og sakni. Eisini daprar løtur er evangeliið um frelsaran Jesus ein lívgandi máttur, hóast kirkjan altíð skal taka sorgina í djúpasta álvara.

===

Undirritaði hevur nú staðið á brúnni í 11 ár og fegnast um alt tað, ið prestar og kirkjuráð saman við dugnaligum tænarum hava lagt úr hondum. Tað er ein frægd at samstarva við eitt so stórt lið av fólki, sum íðin og nærløgd tæna Harranum við at tæna kirkjuni og fólkinum. Ella raðfylgjan er øvugt: Tað er við at tæna menniskjum og vera hjástaddur í Kristi stað, at vit tæna Harranum.

===

Árið 2019 hevur eyðvitað sínar avbjóðingar, nú vit fara at taka endaliga støðu til signing av borgarliga giftum hjúnum.

Biskupur hevur boðað frá síni persónligu støðu, at øll signing av borgarliga giftum pørum eigur at steðga. Niðurstøðan er grundað á eina klassiska bíbilska fatan av hjúnalagnum, sum er ankrað í skapanarsøguni og staðfest í kirkjusøguni. Harafturat skal kirkjan sum almenn kirkja virða landsins lógir og ikki við atliti at tænastum gera mismun á fólki.

Fólkakirkjan kemur ikki undir núverandi leiðslu at útinna løgfrøðiliga diskriminatión og einans signa hinskynd pør. Antin verða øll borgarliga gift pør signað, ella einki borgarliga gift par fær serstaka kirkjuliga signing.

Støðutakan biskupsins er óbroytt, nú kirkjuráðini í nærmastu framtíð verða hoyrd í hesum máli og taka støðu til tilmælið frá biskupi. Avgerðin skapti sjónliga ró í tí kirkjuliga landslagnum eftir álvarsligt órógv og mótstríðandi sjónarmið í langa tíð.

Í dag duga vit betur at vera saman ósamd á máli um ymisk viðurskifti enn fyri fáum árum síðani. Men, eingin eigur at góðtaka løgfrøðiliga diskriminatión.

Eingin løgfrøðilig diskriminatión í fólkakirkjuni. Avgerðin er endalig og áður fráboðað.

Gamlaárskvøld 2018
Jógvan Fríðriksson, biskupur 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo