Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Í nýggjastu sleppingini av iOS-stýriskipanini hjá Apple, iOS 13, er føroyskt knappaborð tøkt. Føroya Tele hevur áhaldandi arbeitt við at fáa Apple at nýta føroyskar bókstavir.

– Tað hevur leingi verið okkara hjartamál at fáa føroyska málið inn í Apple-tólini, so tað er eins lætt at skriva á føroyskum sum á øðrum málum. Vit hava arbeitt miðvíst, og eftir drúgt samskifti við fleiri ymiskar deildir hjá Apple, umframt viðkomandi fólk í eitt nú danska Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, er hetta nú ein veruleiki, sum vit eru errin at vera partur av, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

Omanfyri 50% av teimum, sum brúka farnetið hjá Føroya Tele, eru iPhone-brúkarar, og tí eru tað nógvir føroyingar, sum nú fáa føroyskt knappaborð. Nýggja sleppingin, iOS 13, er tøk á iPhone 6S, SE og nýggjari modellum.

Soleiðis sær føroyska knappaborðið út (sí mynd niðanfyri).

 Soleiðis finnur tú knappaborðið, tá tú hevur dagført til iOS 13: Indstillinger -> Generelt -> Tastatur -> Tastaturer -> Tilføj nyt tastatur

Les meira um iOS 13 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo