Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Altavgerandi fyri føroyskt vinnulív er, at vinnupolitikkurin verður dagførdur og frameftir verður brúktur sum vegvísari, tá politisk átøk verða framd.

Hetta sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í einum valynski á heimasíðuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at tað almenna setir sær fyri at dagføra vinnupolitikkin frá 2005 við støði í OECD-tilmælunum um best practice innan vinnupolitikk fyri at økja enn meira um virðisskapanina í Føroyum, og at atlit verða tikin til orðaða vinnupolitikkin í øllum teimum politisku avgerðunum, sum verða tiknar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo