Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Foreldur hava ikki rætt til løn tí tey ikki fáa børnini ansað (tilvildarlig mynd).

Hóast arbeiðssteðgurin er á almenna arbeiðsmarknaðinum, fer hann sannlíkt at ávirka privatu vinnuna, við tað at starvsfólk ikki fáa síni børn ansaði.

Starvsfólk, sum ikki sleppa til arbeiðis orsakað av manglandi barnaansing, hava ikki rætt til løn hesa tíðina, tey eru burtur.  

Um arbeiðssteðgur verður á økinum hjá øðrum feløgum, er tað sama galdandi.

Tað eru boðini frá Føroyar Arbeiðsgevarafelag til sínar limir í morgun.

Arbeiðssteðgurin fær fullan virkna í morgin, tá verkbannið kemur í gildi.

Onki røkist í morgun fyri, at partarnir fara aftur til samráðingarborðið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo