Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Hagstovan: Í juli var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%. Eftir kyni var tað 2,0 hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum.

Í juli fjør var arbeiðsloysið 3,2% og er síðani minkað niður í tað lægsta í mai við 2,2%. Í juni og juli er tað so aftur farið eitt vet uppaftur.

Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 693 persónar í juli í ár, tað eru  217 færri enn í juli í fjør.

Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:

- Minst er tað í Norðoyða og Eysturoyar sýslum við ávikavist 1,3% og 1,4%.

- Síðani millum 1,7 og 2,0% Vága, Sandoyar og Norðstreymoyar sýslum við 1,7-2,0%.

- Nakað størri í Suðurstreymi við 2,7%.

- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 6,5%, ávikavist 6,8% hjá kvinnum og 6,2% hjá monnum. Ein orsøk er uttan iva eldsbrunin á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, har virkið brendi niður.

Nógv lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoya sýslu, har tað bert er 0,6%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo