Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Hagstovan: Í januar var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,1%, tað er tað sama fjórða mánaðin á rað.

Í tali vóru tað 589 fulltíðararbeiðsleysir persónar í januar í ár, tað eru  144 færri enn sama mánað í fjør.

Munurin millum kynini er eisini tann sami, við 1,6% hjá monnum og 2,6 hjá kvinnum.

 Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu við 1,3%, og tað mesta er í Suðuroy við 4,2%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo