Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Vinna

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum, sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður leygardagin 21. september.

Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30.

Bátarnir skulu vera aftur at landi kl. 17.  

Í ár verða sera flottir vinningarnir latnir:

Nr. 1: Tveir gávukekkar á 5.000 kr. (Stuðlar: Klakkur & Dragin)
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 3.000 kr. (Stuðlar: Jákup B & WAAG Bilar)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.500 kr. (Stuðlar: Kvikk (JFK) & Núpur (JFK))

Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.500 kr. (Stuðul: Ågot)

Harumframt verður lutakast millum allar luttakarar, har vinnarin fær ein gávukekk á 2.500 kr. (Stuðul: Kjølur)

Inntøkan av sølu av fiskinum fer óskerd til rakstur av skúlaskipið Dragin.

Uppboðssøla verður við Varpabrúnna frá kl. 17.30 til 18.30, har høvi verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo