Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Krutl

Fólkakirkjan: So fylti útvarpið runt og mangt er broytt, síðani føðingardagsbarnið kom í heimin.

Tá eg var barn, so át man døgverða á middegi, saman, øll rundanum eitt borð og so lurtaði mann eftir føroyinginum. Og tá var kvirt. Mann lurtaði. Og aftur um nátturðamundið, so ”tendraði mann aftur fyri føroyinginum”.

Tá var bert ein telefon í húsinum og ringdi hon, meðan tíðindini vóru, so helt onkur kanska fyri : ”nú mann onkur vera deyður” ella ”hvør óveningur ringir, meðan pressan er”. Tað var halgibrot at órógva, meðan útvarpið sendi.

Í dag sløkkja nógv fyri tíðundunum, tí familjan skal tosa saman, meðan allar telefonirnar hjá húsfólkunum bippa og ringja og lýsa.

Hvør minnist ikki, tá útvarpið segði frá, tá maður fyrstu ferð steig á mánan ?
Ella útvarpið segði, at Elvis Presley var deyður? Ella tá tíðindini bórust um at The Beatles fóru hvør til sítt.

Tað varð lurtað so intenst, so mann minnist aftur á dagin og umstøðurnar. Í dag eru nógvir kendir tónleikarar deyðir, men hvør minnist til tað ? Tað fer so skjótt framvið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo