Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

At hann so eisini hevur eina rødd, sum er farin inn í tónleikaliga hugaheimin hjá mongum av okkum, ger hann verdan til eitt pláss millum okkara stóru!

Bjarki er borin í heim við góðum sangligum evnum og so hevur hann eisini góðan arvaligan fong við sær, tí hann er sonur ein av bestu guitarleikarum í Føroyum.

Systkini Guðrið Hansdóttir og Fróði Hansen hava ikki ligið á latu síðuni, sum ivaleyst hevur givið yngra beiggjanum hug at royna seg.

Pápin, Hans Carl, hevur altíð hugtikið meg við sínum fantastisku evnum á guitarinum, tí eg havi altíð hildið hann at vera millum okkara bestu!

Hetta við at evnini verða førd víðari, er ikki so ókent millum okkum føroyingar, so her er onki undantak – í so máta.

Tað er stuttliga við hesum um evnini og hvussu hesi koma fram, tí hvør kann siga um ein gerst góður sangari, guitarleikari ella okkurt annað, men íborni arvurin kemur ofta fram onkursvegna, tí hetta snýr seg um tónleikalig evnir og hetta at liggja millum tað givna og tað ein kann læra.

So er tað hetta við viljanum og at fáa tað ein vil fram til fólkið,  sum eg mangan havi hugsað um og sett stórt virði í!

Bjarki fekk eitt gjøgnumbrot í tónleikinum í fjør, tá hann heystaði stóra heiðurin at gerast ársins sangari á FMA – eftir at “Kennarin” og “Tey Myrku Skýggj” komu út.

Hann heldur fram og er væl skrivaði sangurin “Eitt Lítið Tár í Tøgnini” hjá Ankeri Eli nú settur út í tónleikaligum høpi, har Bjarki meistarliga leggur rødd til!

Orð - Anker Eli Petersen
Lag - Bjarki Hansen og Dánial Gomez Gudjonsson
Sang og kór - Bjarki HansenTrummur - Tórður Dam Jacobsen
Rhodes og keys - Gunnar G. GuttesenKór - Dánial Gomez Gudjonsson
Keys, programmering, guitar, kór, og bass - Kristoffer Mørkøre
Framleitt, ljóðblandað og mastrað hevur Kristoffer Mørkøre í Kris-Stuff Studio. 

At Anker Eli er ein meistari við penninum og innan aðra list er ongin loyna, men tá tónleikurin eisini fær sítt pláss, ger hesin jú hansara list enn meira serstaka!

Eg síggi nakað stórt í, at skrivandi fólkið verður tikið við í ætlaninar um eina komandi útgávu, so vónandi fáa vit fleiri av hesum samstørvunum í framtíðini. 

At taka saman um ein av okkara góðu sangarum, setur eisini mínar spurningar um eina tónleikaliga framtíð, men er viljin til tað, hevur Bjarki alt tað, ið skal til!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo