Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

Sum siður er, so fer Miðlahúsið aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við Fótbóltssambandið.

Tað verða venjarar, liðskiparar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða. Tiltakið verður fríggjakvøldið 28. oktober klokkan 19.00 á Hotel Føroyum, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Miðlahúsið hevur skipað fyri. Talan er um ikki færri enn 20 heiðurslønir, sum skulu latast teimum bestu í føroyskum fótbólti.

20 heiðurslønir
Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar.

Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.

Heitið »Ársins ungi spælari« var á fyrsta sinni í 2013. Hetta kom í staðin fyri »Ársins stjørnuskot«, sum var ov torført at definera. Ein ungur spælari er ein, sum hevur U21 landsliðsaldur.

Ársins lið í 4-4-2 uppstilling

Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið.

Tað verða ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar. í 2013 varð liðið stillað upp í 4­3­3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­4­2.

Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Hesum leistinum halda vit fram við.

Áleypari ella miðvallari?
Ein avbjóðing er at skilja millum hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí.

Í ár er eitt av ivamálunum Jóannes Bjartalíð. Tað eru ymiskar meiningar, um hann er áleypari ella miðvallari. Her hevur venjari hjá honum víst á, at hann sær hann meiri sum ein miðvallara, har vengur eru íroknaðir.

Hetta kemur fyri tá atkvøtt verður, men verður loyst so hvørt ein spælari fær atkvøður í tveimum bólkum.

Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar mánadagin eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum.

Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út mánadagin.

Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði.

Atkvøðast skal til:
Ársins spælari
Ársins ungi spælari (Spælari við U21-aldri)
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari (íroknað vengur)
Ársins áleypari
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo