Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Smáar 40 mió kr lógu eftir áðrenn skatt í fjør. Tað er nógv besta úrslitið nakrantíð og nærum tvífalt tað sum lá eftir árið fyri, tá vinningurin áðrenn skatt var góðar 21 mió kr. Eftir skatt var vinningurin í fjør beint undir 33 mió kr.

Tað gongur væl í føroysku byggivinnuni og brúk er fyri nógvum hondum at koma til arbeiðis. Tað sæst eisini aftur í tølunum hjá Articon, sum í fjør hækkaði útreiðslurnar til starvsfólk úr 91 og upp í 111 mió kr.

Fíggjarstøðujavnin hjá Articon er nú stívliga 203 mió kr, harav er eginognarparturin slakar 80 mió kr.

Í ársfrágreiðingini siga eigararnir, Jón Sigurdsson og Niclas Joensen, at mestsum allar verkætlanir gingu eftir ætlan í fjør. Um framtíðina siga teir, at ongi tekin eru um at virksemið fer at minka. Men ein afturvendandi avbjóðing er trotið á arbeiðsmegi.

Felagið seldi í árinum kapitalpartar, sum eisini góvu sítt íkast til raksturin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo