Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Fríggjadagin hittust allir lærlingar og meistarar í ArtiCon í Pakkhúsinum í Bø. Tann árligi lærlingadagurin var á skránni.

Evnið í ár var arbeiðsgleði.

Niclas Heri Jákupsson luttók við ymiskum uppleggum, har hann setti fokus á arbeiðsgleðina.

Fokus var eisini á trygdina hjá lærlingunum.

Endamálið við lærlingadegnum er at menna lærlingarnar bæði persónliga og fakliga.

Høvi var eisini at práta nógv saman um læruna og týdningin av at trívast í lærutíðini.

Lærlingadagur er fastur táttur á hvørjum ári hjá ArtiCon. Gott 30 lærlingar eru hjá ArtiCon. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo