Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Nærum 100 fólk leitaðu sær hjálp um arv og skifti við deyða hjá Rættarhjálp Føroya í fjør. Tað svarar til sløk 15% av øllum málunum hjá rættarhjálpini og er nógv størsti einstaki bólkur av málum, tað vísir ársfrágreiðingin hjá Rættarhjálpini.

Næststørsti bólkurin er av málum sum snúgva seg um separatión og skilsmissu. 6,6% av øllum málunum snúðu seg um tað, og nærum líka nógv mál vóru um fasta ogn, ella tilsamans 6,15% av øllum málunum.

Tilsamans 667 ymisk mál vóru í fjør. Kvinnurnar eru raskari at leita sær hjálp enn menninir, tí 58% av teimum sum leitaðu sær hjálp vóru kvinnur og 41% menn. Restin var feløg og líknandi.

Rættarhjálpin hevur virkað síðani 1996. Í dag eru tilsamans 21 ráðgevar knýttir at tænastuni, sum hevur opið týsdagar ímillum klokkan 18 og 20 og hósdagar ímillum klokkan 16 og 18.

Rættarhjálpin heldur enn sum áður til í Gongini 20 í Havn (myndin).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo