Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Tiltøk

Synergi: BERT 5 pláss eru eftir til skeiðið, so vit mæla til skjóta bílegging.

Hetta skeiðið er ment til tín, sum leiðir onnur, tó uttan at vera settur sum formellur leiðari. Tú situr kanska í einum sessi sum verkætlanarleiðari, hevur ábyrgdina fyri einum serligum arbeiðsbólki

ella øðrum bólki. Hevur ábyrgdina fyri yvirskipaðum samskifti, ella kanska ert tú tann í deildini, sum fer inn fyri leiðaran sum avloysari, tá ið tað er neyðugt.

Skeiðið fekk Toppkarakter seinast (10,7 eftir 13’skalanum):

Hetta siga luttakararnir seinast um skeiðið:

“Haldi at undirvísarin var super góð. Trúverdig og grounded.”

“Góð blanding teori og praksis. Dynamisk og fleksibel undirvísari. Loftaði dømum og tillagaði undirvísingina til tað.”
“"Tað var serliga gott at sita í bólkum og arbeiða + at hoyra royndir og avbjóðingar hjá hinum luttakarunum. Sera læruríkt"

Arbeiðir tú sum leiðari uttan formelt at vera sett/ur sum leiðari?

Gjøgnum tveir læruríkar skeiðsdagar fært tú gjøgnum fakliga vitan og ítøkilig amboð eitt haldgott tak um persónligu leiðsluna: 

·  Tú styrkir fakligu vitanina, soleiðis at tú verður ein betri leiðari í tí tú gert

·  Tú fært vitan og amboð til, hvussu tú leiðir og motiverar fólk

·  Tú lærir hvussu tú tillagar títt samskifti til ymiskar støður og til ymiskar typur

·  Tú fært amboðini at handfara mótvilja ella ein “truplan” starvsfelaga

·  Tú lærir hvussu tú skapar eldhuga og fær fólk at kenna, at tey “eiga” málini

·  Tú lærir hvussu tú kann fáa autoritet, uttan at tú formelt hevur tað á pappírinum – og uttan at starvsfelagar taka hetta negativt

BERT 5 pláss eru eftir! Les alt um spennandi skeiðið HER. Tekning nú á www.synergi.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo