Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Bøkur

Forlagið Eksil v. Kim Simonsen: Triðja bókin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir er ein hybridskaldsøga, ið snýr seg um psykosudrotningina, ið er kvinnan, Anna Malan strembar eftir at vera. Anna Malan Jógvansdóttir, ið er útbúgvin á danska rithøvundaskúlanum, er vanliga áhugað í natúrini og landslagnum, men henda bókin er um sálarliga líðing og um psykosur. Hybrida skaldsøgan er nýtt tekstaslag á føroyskum, ið blandar myndir, prosa og yrkingar við onnur tekstasløg. Bókin er 204 síður og býtt í partar, sum ofta eru av ymiskum tekstaslagi, frá prosa og drekasøgum til myndlist og yrkingar. Bókin er prentað í litum við heilsíðumyndum, sum høvundurin hevur teknað og málað.

høvdið er um at spreingjast
eg ringi til læknavaktina og gráti
eg sigi at eg eri um at doyggja
læknin biður meg fara á skaðastovuna

----

eg siti leingi í bíðirúminum
endiliga sleppi eg framat
læknin er ein kvinna
hon er ljóshærd
og tosar vinarliga
hon spyr:
hvussu hevur tú tað?
etur tú tríggjar máltíðir um dagin?
svevur tú?
hevur tú hug at liva?
sært tú og hoyrir tú ting sum onnur ikki gera?

---

læknin heldur at eg skal sendast víðari
til eina psykiatriska skaðastovu
har kunnu tey betur hjálpa mær

        (brot úr parti av bókini).

Anna Malan Jógvansdóttir sigur sjálv um hesa skaldsøguna:

- Við verkinum vil eg lýsa tað at koma seg av einari psykosu. Bókin byrjar við at lýsa tær traumatisku hendingarnar, sum eru við til at forma sjúkuna hjá egnum. Soleiðis er tað í teimum flestu førunum av psykosu, at tað er trauma, sum útloysir røddirnar, paranoia ella sjónshallusinasjónir. Men hetta vil psykiatriin ikki viðurkenna, hon metir, at fólk gerast sjúkari av at tosa um sína fortíð, sum absolutt ikki gevur nakra meining, tey flestu noyðast at grava í sína lívssøgu fyri at gerast frísk. Tó er einasta viðgerðartilboð til fólk við psykosum oftast nógvur heilivágur, sosialførleikavenjing og kognitiv remediering. Hesi tilboð eru als ikki nøktandi, og við bókini vil eg vísa á, hvussu skaðiligt tað er fyri lekingina at taka heilivág. Heilivágurin gevur hjáárin og doyvir egið so nógv, at viðkomandi ikki kann arbeiða við sínum kenslum. Tá egið byrjar at fáa samband við kenslurnar, so kemur lekingin. Egið er rasandi inn á alt, sum er hent, og tá vreiðin fær loyvi at vísa seg, so hvørvur psykosan.

Listabók og skaldsøga
Í 2015 kom yrkingasavnið Undirfloyma, ið hon listprýddi sjálv. Síðani koma yrkingasavnið Korallbruni, eisini næsta bókin var myndprýdd av høvundinum m.a. við tara, sum hon hevði funnið í Nólsoy. Somuleiðis er hybrida skaldsøgan Psykosudrotningin sigur frá ein listabók við tekningum og málningum, sum høvundurin hevur gjørt.
        
Við bókini og hesum tiltaki er endamálið at geva teimum psykotisku ein narrativitet aftur, tey skulu hava rætt til sína lívssøgu og siga hana, sum tey ynskja. Gransking vísir eisini, at um tey, ið stríðast við psykosu, fara út og siga sína søgu og knýta lívshendingar og líðing saman, so minkar stigmatiseringin, ið er knýtt at hesum menniskjum.

---       

Bókaframløga, framsýning, upplestur og fyrilestur, ið forlagið Eksil og Sinnisbati skipa fyri,
verður í Perluni 15. september kl. 15.

Skrá
    Kl. 15.00 sálarfrøðingurin Suni Poulsen bjóðar vælkomin

    Kl. 15.10 Kim Simonsen frá Eksil greiðir frá skránni

    Kl. 15.15 Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr Psykosudrotningini

    Kl. 15.30 Sálarfrøðingurin Olga Runciman heldur fyrilestur um sambandið millum     psykosu og trauma

    Kl. 16.15 Listaframsýning við myndum úr Psykosudrotningini

Eksil og fyriskiparnir bjóða okkurt at drekka og eta, m.a. rabarbusaft úr Nólsoy og ymiskt tilvirkað úr føroyskum plantum.

Sálarfrøðingurin Suni Poulsen fer at bjóða vælkomin til tiltakið og stutt at greiða frá, hvussu sálarheilsutilboð í dag aloftast eru afturúrsigld av granskingini, sum m.a. vísir, at flestu psykiatrisku diagnosurnar ikki eru væl vísindaliga undirbygdar, og at flestu ástøði um sálarliga líðing eiga at endurskoðast og nýhugsast.

Sálarfrøðingurin Olga Runciman úr Danmark fer at halda fyrilestur um sambandið millum trauma og psykosu. Endamálið við bókini “Psykosudrotningin sigur frá” og fyrilestrinum er at varpa ljós á psykosu sum ein natúrlig reaktión upp á lemjandi og traumatiskar hendingar í lívinum. Í sínum arbeiði leggur Olga dent á lívssøguna hjá tí, ið stríðist. Umvegis lívssøguna kann meiningin í psykosuni finnast. Tað er altíð ein orsøk til slíka sálarliga órógv, og við at skilja orsøkina til líðingina kann vegurin til linna finnast. Alt meira gransking vísir á, at samband er millum trauma og psykosu. Tíverri arbeiðir psykiatriin ikki við støði í hesum í dag, men tvíheldur um ástøðið um kemiska ójavnvág í heilanum og um ástøðið, at psykosa er heilasjúka. Somuleiðis tvíheldur hon um, at talan er um ólag í dopaminreseptorunum í heilanum, at psykotisk eyðkenni koma av eini øðrvísi heilaanatomi ella øðrvísi aktiviteti í heilanum. Einki av hesum er nær námindis vísindaliga undirbygt, soleiðis sum sambandið millum trauma og psykosu er, og tað óhepnasta av øllum er, at skeiva fatanin av, at psykosa er heilasjúka, førir til vónloysi og døpurhuga millum tey, sum stríðast. Tey hava sambært psykiatriini ein sjúkan heila, og alt, tey siga, er íspunnið.

        Anna Malan Jógvansdóttir
        Psykosudrotningin sigur frá
        Forlagið Eksil
        Forsíðumyndir og myndir inni í bókini: Anna Malan Jógvansdóttir
        Rættlestur: Kristina Petersen
        Uppseting og layout: Janus Kampmann
        Bókin kemur út 15. september. 204 síður í litum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo