Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Fyrstu atgongumerkini til dystirnar í komandi EM-undankapping hjá monnum verða sett til sølu á heimasíðuni hjá FSF mánadagin 10. desember klokkan 10.

Hetta boðar FSF frá í tíðindaskrivi í dag.

Komandi ár skal føroyska A-landsliðið hjá monnum spæla teir tíggju undankappingardystirnar til EM 2020. Fimm á heimavølli og fimm á útivølli. Mótstøðulondini verða Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.

Sølan av atgongumerkjum til komandi dystirnar fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og mánadagin 10. desember klokkan 10:00 verða fyrstu atgongumerkini sett til sølu.

Í fyrstu atløgu verður ”Landsliðspakkin” at fáa til keyps. ”Landsliðspakkin” gevur atgongd til allar heimadystirnar í undankappingini til EM 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo