List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

FSF: Týsdagin 6. september spælir føroyska A-landsliðið við monnum fyrsta dystin í komandi HM-undankapping, tá Ungarn kemur á vitjan á Tórsvølli.

Umleið 1.000 atgongumerkir eru eftir til dystin, og mánadagin 4. apríl klokkan 10:00 verða hesi sett til sølu á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

- Vit hava brúk fyri øllum stuðli, ið vit yvirhøvur kunnu hugsa okkum. Í løtuni tykist føroyska landsliðið at vera væl fyri, og úrslitini hava verið góð seinastu dystirnar. Hetta fer vónandi at halda fram.

- Í seinastu undankapping spældu vit tveir tættar dystir ímóti Ungarn. Men eg trúgvi, og tað verður vónandi við góðari hjálp frá okkara áskoðarunum, at vit koppa teimum hesaferð, sigur Gunnar Nielsen, føroyski landsliðsmálverjin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo