Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Sum um tað ikki er nóg nógv rokilisi í bretskum politikki - í kvøld skal Konservativi flokkurin atkvøða um eitt uppskot um misálit á forsætisráðharran, Theresu May. Er meiriluti fyri uppskotinum skal flokkurin hava nýggjan formann sum eisini verður nýggjur forsætisráðharri.

Atkvøðugreiðslan verður í kvøld ímillum klokkan 6 og 8 okkara tíð.

Skipanin er soleiðis, at um 15% av tingbólkinum hjá teimum Konservativu, tað vil siga minst 48, krevja tað, so skal atkvøðast um misálit. Leingi hevur verið greitt, at talið var nær 48, men nú er so talið komið, og í morgun sendi Undirhúsið út tíðindaskriv um hetta.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður klárt beint eftir atkvøðugreiðsluna.

Theresa May noyðist at leggja frá sær, um meira enn helvtin av tingbólkinum, tað vil siga 158, venda henni bakið. Vinnur hon, er hon friðað ímóti fleiri misálitum í eitt ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo