Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Tilsamans 387 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2018, skorað í Betri Deildini hjá monnum, skal kjósast.

Fimm mál eru tilnevnd, og nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør gjørdi besta málið.

Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her: Atkvøðugreiðsla / Ársins mál 2018

Atkvøðugreiðslan verður skipað, soleiðis at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Tipparunum”, Jákupi Ósá, Leivi Frederiksen og Trónda Arge telja hini 50 prosent.

Vinnarin verður kunngjørdur fyrst í komandi ári.

Tilnevndu málini kunnu eisini síggjast niðanfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo