Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Ítróttur

Í óførum hondbóltsrómi í Vágsbotni í gjár, tá U21-landsliðið í hondbólti spældi og vann fyrsta HM-dystin í føroyskari ítróttasøgu nakrantíð, skrivaðu Atlantic Airways og Hondbóltssamband Føroya undir nýggjan stórstuðulssáttmála.  

Atlantic Airways hevur í mong ár verið ein dyggur stuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya, og Árni Olsen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, sigur í viðmerking: 

- Tað hevur verið sera hugaligt at fylgt jaligu gongdini hjá HSF seinastu árini, ið nú millum annað hevur ført til framúr avrikini hjá U21-landsliðnum, sum skrivar hondbóltssøgu í hesum døgum, nú teir eru í Algeria og umboða Føroyar fyri fyrstu ferð nakrantíð í einum HM-endaspæli.

Atlantic Airways og hinir seks stórstuðlarnir hjá Hondbóltssambandinum, Magn, Smyril Line, Varðin Palagic, SMS og Marine Harvest, umframt høvuðsstuðulin, BankNordik, skipa eisini fyri, at komandi dystirnir hjá U21-liðnum ímóti Suðurkorea hóskvøldið og Noregi fríggjakvøldið verða vístir á trappuni í Vágsbotni. 

Vit vóna at síggja nógvar hondbóltsfjepparar á trappuni til komandi dystirnar, sigur Hondbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo