Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

Nú kanst tú, við at gerast limur í Súlubonus, savna tær stig saman, tá tú flýgur við Atlantic Airways, og stigini kanst tú brúka til at keypa ferðaseðlar fyri. Skipanin kemur í gildi á føðingardegnum 28. mars, og allar ferðir eftir hesa dagfesting geva súlustig.

“Hetta er ein sterk og dygdargóð skipan til fyrimuns fyri okkara trúgvu viðskiftafólk. Vit fegnast um, at tað er eydnast at menna okkara egnu, talgildu bonusskipan uppá lutfalsliga stutta tíð, sum eisini er lagað til okkara tørv. Vit vilja eisini hjálpa okkara viðskiftafólkum væl á veg til sína fyrstu súlubonusferð, tí lata vit 150 súlubonusstig til øll, ið stovna sær ein súlubonusvanga áðrenn 1. mai 2017,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Skipanin er sett soleiðis saman, at fyri hvørja ferð tú flýgur við Atlantic Airways, forvinnur tú eitt ávíst tal av stigum – alt eftir, hvørjari farleið og slagi av ferðaseðli tú ferðast við.

Tá tú hevur nóg mikið av stigum til eina súluferð, kanst tú brúka tey á øllum leiðum hjá Atlantic Airways; bæði til Danmarkar, á NORÐ-leiðunum og vælumtóktu SÓL-leiðunum.

Við nýggja Súlubonus fáa tey, ið ferðast nógv enn fleiri fyrimunir við gullstigi, sum gevur atgongd til fast track og lounge á flogvøllinum í Kastrup.

Skipanin er enn í menning, og ætlanin er, at uppaftur fleiri fyrimunir so líðandi skulu knýtast at skipanina.

Les meira um Súlubonus og stovna tær ein vanga á atlantic.fo í dag - so ert tú væl á veg til tína fyrstu súluferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo