Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevði 17 milliónir krónur í halli fyrra hálvár í ár, sæst í børsfráboðan frá felagnum.

Orlando oljukeldan, har felagið eigur part av inntøkunum, framleiðir ikki tað sum áður var væntað, og tí verður neyðugt at endurskoða tey tølini, og væntar Atlantic Petroleum nú, at árið fer at enda við halli.

Mark T. Højgaard, stjóri, sigur í stuttari viðmerking, at seinna hálvár verður merkt av, at Orlando fer at spjaða til raksturin, og at skuldin verður niðurgoldin.

Atlantic Petroleum er børsskrásett felag, men børsurin steðgaði øllum handli við partabrøvunum, tí so nógvur ivi var um framtíðarvánirnar hjá felagnum, og um roknskapurin gav eina rættvísa mynd av virðunum í felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo