Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Atlantic Petroleum skal gjalda eina millión krónur í bót, og talan er um stórstu bót nakrantíð av hesum slagnum, skrivar Berlingske Business.

Felagið hevur ikki latið inn týðandi upplýsingar, eitt nú roknskapir, rættstundis. Felagið hevur heldur ikki latið inn upplýsingar sum kunnu ávirka kursin nóg skjótt, verður millum annað sagt.

Tað hevur ikki verið gjørligt at handlað partabrøv í Atlantic Petroleum síðani í mai, tá handilin varð fyribils steðgaður tí kanningardeildin hjá Børsinum vildi kanna ymisk viðurskifti nærri. Sagt var tá, at tað er stórur ivi um Atlantic Petroleum yvirhøvur lýkur treytirnar at vera børsskrásett.

Stjórin í Atlantic Petroleum, Mark T. Højgaard, sigur í viðmerking, at felagið tekur bót og átalu frá Børsinum til eftirtektar, og hevur annars gjøgnumgingið sínar mannagongdir.

Atlantic Petroleum kunngjørdi herfyri roknskapin fyri annan ársfjórðing sum vísti hall uppá smáar 19 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo