Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Hallið áðrenn skatt var smáar 17 mió kr í triðja ársfjórðingi í ár, vísir frásøgnin, sum føroyska oljufelagið hevur sent keypsskálunum. Hetta skal haldast saman við hallinum sama tíðarskeið í fjør sum var smáar 11 mió kr.

Eftir skatt var hallið triðja ársfjórðing í ár 16,02 mió kr. Samlaða úrslitið hjá AP fyri fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár var 9,6 mió kr. Eginpeningurin er nú minus 90,2 mió kr.

Atlantic Petroleum hevur nú móti ársenda minkað skuldina úr 68,2 mió niður í 51,5 mió kr. Tað kundi felagið gera, tí tað fell eina skattaafturbering frá norska statinum uppá nærum 23 mió kr. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo